Nýggjársbrak av teimum bestu

I AM tók øll á bóli við teirra frálíka rocktónleiki, Páll Finnur Páll sveimaðu út millum fólk við mjúkum popptónleikinum, og nú má tað vera eitt fólkakrav, at teir framúrskarandi Frændur koma við eini nýggjari útgávu í teirra jubilemusári

Leygarkvøldið var árliga Nýggjárskonsertin hjá Kyndli hildin í ítróttarhøllini á Hálsi, og aftur hesaferð fekk tiltakið góða undirtøku frá ungfólkunum. Eini 1200 fólk vóru til konsertina, har lagið var avbera gott ? bæði á pallinum og úti millum fólkini.
Tríggir bólkar spældu á konsertini hesaferð, og fyrireikararnir høvdu fingið fatur á trimum teimum heitastu nøvnunum í hesum árinum.
Páll Finnur Páll hava fingið gjøgnumbrot millum ungfólk við sanginum Forelskaður Sjónleikari, og teir skuldu saman við gospelbólkinum I AM, sum júst hevur givið nýggja fløgu út, leggja lunnar undir kvøldið, har høvuðsnavnið Frændur skuldi seta punktum seinast á kvøldinum við sínum landaplágum.

I AM var á gosi
Um konsertin skal samanlíknast við ein boksidyst, so var tað ein boksari, sum var klárur frá byrjan. Við kvikum fótskifti, beinreiknum sløgum og ein uppøstum huglagi kom I AM á pallin og tók øll á bóli.
Bólkurin hevur í fleiri ár verið tann fremsti í landinum, tá ið tað ræður um kristiligan tónleik, men tað tykist sum um bólkurin hevur tikið eitt risfet fram á seinastu tíðina. Bólkurin er væl trimmaður, tónleikurin er betur enn nakrantíð, og teir stórtrívast á pallinum.
Hetta er gott grundarlag undir einum rockbólki, og eftir konsertina vóru tað mong sum tosaðu um I AM. Tað er kanska sjáldan, at fyrsti bólkurin eitt slíkt kvøld fær rættiligt lív í áhoyrarafjøldina, men tað megnaði I AM, og teir fóru av aftur pallinum sum størsta positiva yvirraskilsið hetta kvøldið.

Eiga nógv í sær
Páll Finnur Páll áttu síðani pallin, og teirra tónleikur er ikki júst av sama slagi sum rocktónleikurin hjá I AM.
Páll Finnur Páll hava gjørt tað til sítt vørumerki at spæla melodiøsan og lættan popptónleik. Við hvørt á markinum til vísutónleik ella fólkatónleik og við hvørt í nánd av britpop og modernaðum popptónleiki annars.
Bólkurin var púra ókendur, tá ið hetta árið byrjaði, men fyrst gjørdu teir vart við seg í Prix Føroyar kappingini, og síðani hava teir fingið veruligt gjøgnumbrot við frálíka sanginum Forelskaður Sjónleikari, sum hevur verið ein sonn landaplága seinastu vikurnar.
Tað var eisini hesin sangurin, sum fram um aðrar fekk fólkið við, men framførslan leygarkvøldið vísti enn einaferð, at bólkurin eigur meira í sær enn bara tað eina hittið. Tað verður spennandi at frætta meira frá bólkinum framyvir.

Frændur á toppinum
Frændur var høvuðsnavnið hetta kvøldið, og hóast áhoyrararfjøldin fyri tað mesta vóru kátir tannáringar, so livdi Klaksvíksbólkurin av sonnum upp til sítt umdømi.
Við øllum teimum kendu og frálíku sangunum, sum hava vunnið á tíðarinnar tonn, rundaðu teir kvøldið av við eini hittparadu, sum eingin annar føroyskur bólkur klárar.
Har vóru allir teir kendu sangirnir, sum nú eisini eru at finna í fløgupakkanum hjá bólkinum. Frændur leitaðu langt aftur í tíðina ? 20 ár til fyrstu útgávuna ? og teir hildu seg eisini nærri okkara døgum.
Ein nýtt ættarlið hevur tikið Frændur til sín, og við hesum grundarlagið má tað eftir hondini verða blivið til eitt fólkakrav, av bólkurin kemur við eini nýggjari útgávu í hesum jubileumsárinum!
Hóast I AM rættiliga hevði kynt undir kvøldið við sínum framúr góða rocktónleiki, og Páll Finnur Páll síðani fingu fólk í eitt gott og melakolskt lag, so duttu Frændur á ongan hátt niður ímillum. Teir rullaðu allar kanónirnar fram, og so kundi eingin standa ímóti bólkinum.
Nýggjárskonsertin bjóðaði føroyskan tónleik av besta slagi, og fyri teir mongu áhoyrararnar kundi tað gera tað sama, um talan var um modernaðan rocktónleik, vísukendan popptónleik ella Frændur.
Fólkið svølgdi alt rátt, og betri skoðsmál kundi uppruna føroyskur popp og rocktónleikur ikki fáa eitt slíkt kvøld!