Evropiska rúmdarleiðslan (ESA) fer í næstu viku at avdúka smálutirnar um fleiri ferðir, sum skulu hjálpa við at fáa fólk aftur á Mánan og »granska hann nærri«.
Tað skrivar bretska blaðið The Guardian.
Verkætlanirnar snúgva seg millum annað um at byggja eina mannaða rúmdastøð, sum skal í ringrás um Mánan sum ein partur av sonevndu Gateway-verkætlanini.
Eisini skal mennast ein framkomin samskiftis- og brennievniseind, sum skal virka sum amboð fyri rúmdarfólkini á Mánanum, skrivar blaðið.
Ferðirnar verða gjørdar í samstarvi við amerikansku rúmdarumsitingina (Nasa) og teir japansku og kanadisku rúmdarfelagsskapirnar.
– Avgerðin er tikin, og nú fara vit víðari við rúmdarhavnini á Mánanum (ein rúmdarhavn er ein havn, har rúmdarferjur millum annað verða hildnar við líka og haðani tær verða sendar, red.), sigur David Parker, leiðari fyri robotttøkni hjá ESA.
Nasa hevur longu víst fram eina ætlan um at venda aftur til Mánan í 2024.
Tað er ikki vist, at Gateway-rúmdarstøðin fer at verða partur av fyrstu ferðunum, tá rúmdarfólk aftur fara upp á Mánan.
Men hon verður partur av ætlanum í sambandi við framtíðar mánaferðir, har vónin er, at fólk kunnu vera longri har uppi.
– Mánin er sum ein áttandi heimspartur, sigur David Parker við The Guardian.
– Hann er eitt rúmdarligt fornminnissavn, sum hevur staðið og savna søguna hjá sólarskipan okkara í fýra millardir ár. Ta´vit fóru hagar við Apollo, fóru vit í roynd og veru inn í fornminnishandilin og tók nøkur minni við okkum. Nú skulu vit granska tey nærri.
Eitt avgerandi mál í Gateway-ætlanini er at kanna suðurpólin á Mánanum fyri fryst vatn.
Fyrr í oktober var boðað frá, at danska arkitektavirkið Bjarke Ingels Group (BIG), sum millum annað hevur teknað Glasir, fer at hava ein týðandi leiklut í roynudnum at gera fyrstu húsini á Mánanum soleiðis, at búgvandi er í teimum.
Fleiri av sáttmálunum við evropisku rúmdarfeløgini væntast almannakunngjørdar á International Anstronautical Congress, sum verður í næstu viku, skrivar The Guardian.
/ritzau/