Nýggj pensjónsskipan til heilsustarvsfólk

Átta feløg innan heilsuøkið hava gjørt avtalu við tryggingarfelagið LÍV um nýggja pensjónsskipan. Avtalan, sum varð undirskrivað við ársskiftið, gevur limunum eina pensjónstrygging, ið er lagað til føroysk viðurskifti.

Feløgini eru Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Ergoterapeutfelagið, Bioanalytikarafelagið, Kost- og føðslufelag Føroya, Ljósmøðrafelag Føroya, Felagið Radiografar í Føroyum og Heilsurøktarafelagið – samlað nevnt Sjúkrahúsbólkurin.

Limir í hesum feløgum hava higartil partvíst verið tryggjaðir í Danmark og partvíst í Føroyum. Nú hava øll hesi feløgini savnað síni pensjónsviðurskifti hjá LÍV.

Limirnir, sum hava verið partur av donskum skipanum, verða partvíst knýttir at hesum skipanum fram til 1. juli 2013. Pensjónsinngjaldið er tó goldið til LÍV galdandi frá 1. juli 2012.

- Nýggja skipanin er samansett soleiðis, at einstaki limurin lætt fær innlit í, hvørji rættindi og møguleikar hann hevur. Feløgini fara í næstum at kunna limirnar neyvari um, hvat liggur í nýggju skipanini, og eitt nú verður skipað fyri limafundum, har avvarðandi partar greiða frá.

Tað sigur tryggingarfelagið Lív í kunningarskrivi í dag.