Nýggj línuskipan
Tá ið North Atlantic Fish Fair framsýningin fer av bakkastokki týsdagin, fara J.K. Joensen og Sonur í Miðvági at hava glastrevjabátin, Álitið, liggjandi í Saltangará sum framsýningarbát. Tað er fyritøkan sjálv, sum eigur bátin, ið er keyptur úr Onglandi fyri góðum ári síðan. Tveir ungir sørvingar reka effektivan útróður við Álitinum.
- Tað, sum vit vilja vísa umborð á bátinum, er ein nýggj og effektiv línuskipan til smábátar og deksfør. Skipanin kann nýtast til bátar upp til einar 40-50 føtur.
Jákup S. Joensen sigur, at sjálvvirkandi línuskipanin er roynd umborð á Álitinum og tann parturin, sum hevur við dragingina at gera, er liðugur. Tá ið línan verður drigin, fara húkarnir uppá stokkar, sum eru í stampinum, og tá ið sett verður, fara teir av aftur stokkinum og gjøgnum eina trakt, har húkarnir verða egndir.
Beint í agnið
- Vit hava valt at gera eina lutfalsliga ódýra loysn við eini trakt, men her er tað tó ikki, sum við gomlu traktini. Við hesi skipanini verða húkarnir stýrdir og raka beint í agnið. Sostatt egnir hendan skipanin nógv betur, og agnspillan verður nógv minni.
Báturin, Álitið, er eisini innrættaður á ein serstakan hátt, soleiðis at hann er mest effektivur, og fiskurin kann hagreiðast á bestan hátt.
- Hóast hetta er ein lítil bátur, einar 10 metrar langur, so er kortini pláss fyri umleið 50 stampum umborð. Fiskurin verður blóðgaður, kruvdur og vaskaður niður í kassarnar, sum eru í lastini.
Jákup sigur, at við tað, at egningin og hagreiðingin av fiskinum er effektiv, og báturin siglur skjótt, er báturin sera væl egnaður og eitt gott boð uppá ein effektivan útróðrarbát.
- Teir, sum dríva Álitið, hava fleiri ferðir gjørt tvær setur um dagin, sigur hann.
Jákup vísir á, at til ber eisini at brúka stamparnar við stokkunum og egna teir við hond í staðin fyri at seta línuna um traktina.
- Stamparnir eru skjótir at egna, tí línan er greið, og húkarnir sita á stokkunum. Pláss er til at egna húkarnar niður í stampin.
Hann sigur tó, at neyðugt er við dragipartinum, sum bygdur er til hesa skipan.
Jákup vísir á, at J.K. Joensen gjørdi eina aðra sjálvvirkandi línuskipan beint fyri kreppuna fyrst í nítiárunum, men kreppan "kvaldi" hesa skipan, sum hann tekur til.
- Skipanin, vit nú hava gjørt, er einfaldari; hon sparir egnarar og er effektiv, leggur hann aftrat.
Spøl og snellur
Umframt, at J. K. Joensen eru kendir sum teir, ið hava besta hydraulikkin í Føroyum, er fyritøkan sjálvsagt eisini kend fyri línuspølini, garnaspølini og ikki minst snellurnar. Men felagið ger eisini smærri stálkonstruktiónir og ymiskt annað til vinnuna, bæði á sjógvi og landi.
- Vit verða við á North Atlantic Fish Fair við øllum hesum, sigur Jákup.
Hann vísir á, at tað serliga eru tey smáu línuspølini og garnaspølini umframt snellurnar, sum felagið hevur útflutt.
- Vit byggja línuspøl til smábátar og heilt upp til tey stóru skipini, og bæði spøl og snellur verða rationalisera alla tíðina, sigur Jákup.
- Bæði føroyski og útlendski marknaðurin hava tikið væl ímóti spølunum og snellunum hjá okkum, sigur Jákup.
Umframt at arbeiða her heima á klettunum, hevur J. K. Joensen og Sonur eisini arbeitt yviri í Noregi við nøkrum monnum, sum hava fingist við at klassað og rationaliserað boripallar.
- Men her er trupulleikin, at tað er torført at fáa fólk til hesar uppgávur, hóast lønin er góð. Tað sama er eisini galdandi í framleiðsluni her heima, sigur Jákup S. Joensen.