Stuðulsskipanin bjóðar føroyingum at fara út í heim at nema sær kunnleika undir somu fíggjarligu fyritreytum, sum um tey fóru til Danmarkar.
Stuðulsskipanin
Stuðulsskipanin er ein samskipan millum stuðulsstovnin og SU (Statens Uddannelsesstøtte), har Stuðulsstovnurin letur stuðul til skúlagjald og ferðaseðil heima, ímeðan SU letur stuðul til livikostnað.
Stuðulin til gjaldskúlagjald verður veittur sum 100% stuðul upp til kr. 60.000 um árið við møguleika til at taka lán, um gjaldskúlakostnaðurin er hægri. Ferðastuðulin verður veittur sum 100% stuðul upp til kr. 5.000 um árið við møguleika at taka kr. 3.000 sum lán. SU stuðulin verður tann sami, sum lesandi fáa til hægri lestur í Danmark - í 1998 kr. 3.669 um mánaðin (henda upphædd er skattskyldug).
Hvar fara tey lesandi
38 føroyingar fíggja í dag sín lestur uttan fyri Norðurlond við stuðuli frá Stuðulsstovninum. Av hesum lesa 28 í Bretlandi, 5 í USA og eisini eru lesandi í Kanada, Belgia, Fraklandi, Týsklandi og Meksiko. Av teimum 28, sum lesa í Bretlandi, eru 10 sum lesa í Aberdeen, meðan hini eru spjødd um restina av landinum.
Hvat lesa tey
Av teimum 38 føroyingunum, sum í dag lesa uttan fyri Norðurlond, lesa flestir útbúgvingar innan búskap og handil og útbúgvingar innan list. Lisið verður annars innan flestu fak m.a. løgfrøði, bókmentafrøði, málfrøði, verkfrøði og gudfrøði.
Týdningurin av 
einum fjølbroyttum lestrarmynstri
Tann altjóðan, sum hesi seinastu árini rættuliga hevur tikið dik á seg, merkist nú eisini alt meiri í Føroyum. At arbeiða saman við øðrum tjóðum við: framleiðslu, keyp/sølu, gransking, skúlaskapi og ikki minst politikki, er vorðið týdningarmeiri nú enn fyri bert fáum árum síðani.
Slíkar broytingar seta stór krøv til samfelagið og serliga til tey menniskju, sum mynda tað. Førleikin hjá føroyingum til at gera seg galdandi í tí altjóðan, sum fer fram, er og verður treytaður av teimum útbúgvingarmøguleikum, sum standa okkum í boði.









