Nýggj nevnd á Svangaskarði

Oddmar Andreassen er nýggjur formaður í Tofta Ítróttarfelag

Í gjárkvøldið var aðalfundur í Tofta Ítróttarfelag, sum er felagið hjá fótbóltinum á Toftum.

B68 skal í ár spæla í bestu deildini, eftir at besta liðið hjá toftamonnum fýra tey seinastu árini hevur verið í næstbestu deildini.

Undan aðalfundinum var tað greitt, at nýggjur formaður skuldi veljast. Jóhannus M. Olsen hevði boðað frá, at hann tók ikki við afturvali, og Jákup A. Olsen og Arni Winthereig fóru eisini úr nevndini.

Á aðalfundinum í gjárkvøldið varð samtykt at víðka nevndina úr fimm og upp í sjey limir.

Nývaldur nevndarlimur og nýggjur formaður er Oddmar Andreassen.

B68 veit at siga, at nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:

 

Oddmar Andreassen, formaður

Petur Gaardlykke, næstformaður

Niclas Allan Danielsen, peningarøkil

Jógvan Hendrik Johannesen, skrivari

Hanna Krista Poulsen, ungdómsábyrgdari

Djóni Højgaard, nevndarlimur

Ian D. Jacobsen, nevndarlimur

 

Allir nevndarlimirnir eru nývaldir uttan Niclas Allan Danielsen og Djóni Højgaard.