Trý nýggj andlit eru í nýggju nevndini hjá føroyingafelagnum í Århus
Nevndin skipaði seg sama dag, sum aðalfundurin varð hildin. Formaður felagsins er Jákup Olaf Johannesarson, Cecilia G. Rasmussen, næstformaður, Erla Petersen, Skrivari, Eivind Simonsen, Kassameistari og Jan Joanesarson, PR-limur. Trý nýggj andlit eru í nevndin. Nýggja nevndin hevur longu havt fyrsta nevndarfundin, har fleiri mál vórðu umrøtt. Størsta málið hjá felagnum verður at arbeiða fyri at fáa fíggjarligan stuðul frá almennari síðu í Føroyum. Sum nú er, røkka endarnir saman, men møguleikarnir at víðka um virksemi hjá felagnum eru ógvuliga avmarkaðir. Til ber at lesa meira um felagið á www.aarstova.dk