Nýggj nevnd í Parkinsonfelagnum

Tíðindaskriv

Parkinsonfelagið hevur havt aðalfund og valt nýggja nevnd. Nevndin hevur skipað seg við Kristinu Vesturklett sum formanni, Onnu Mariu Poulsen, sum næstformanni, Barbaru á Tjaldrafløtti sum skrivara, Hildebjørg Weihe sum kassameistar og Janu Ziska. Varalimir eru Anna Berg og Gunnhild Petersen.
Parkinsonfelagið varð stovnað í februar í 1990 og hevur m.a. til endamáls:
?at betra viðurskiftini hjá parkinsonsjúklingum
?at veita upplýsing um sjúkuna
?at veita stuðul til gransking
?at luttaka í norðurlendskum og altjóða samstarvi.

Felagið skipar av og á fyri tiltøkum, og lýst verður tá í bløðunum.
Felagið hevur 135 limir. Ilt er at siga júst hvussu nógv fólk í Føroyum hava parkinsonsjúkuna, men mett verður, at talan er um umleið 100 fólk.
Sjúklingar og avvarðandi kunnu seta seg í samband við felagið gjøgnum MBF- húsið, Íslandsvegur 10 ella við at seta seg í samband við onkran av nevndarlimum felagsins.