Í samband við at Bakkafrost hevur selt meirilutan í Faroe Farming, er nýggj nevnd vald, umframt at nýggjur stjóri er settur.
Í nevndini sita nú Árni Rasmussen, sum nevndarformaður, Kaj Mohr Petersen og Regin Jacobsen, sum eru nevndarlimir.
Egill Steintórsson (myndin) er settur sum nýggjur stjóri í Faroe Farming.
Egill byrjaði at starvast í alivinnuni í 1991 og hevur starvast hjá Faroe Farming síðani 2003 bæði í fyrisitingini og í framleiðsluni. Egill er íslendingur, og hevur búð í Føroyum síðani 1986, er giftur og eigur 3 vaksin børn. Egill er annars kendur, sum virkin innan ítrótt í ymiskum høpi.
Faroe Farming er sjálvstøðugt felag við virksemi innan aling á Trongivágsfirði, Hovsfirði og Vágsfirði, umframt kryvjivirki í Vági. Felagið hevur umleið 60 fólk í starvi og væntar at taka umleið 6 túsund tons av laksi í 2012.










