Eftir aðalfundin hjá felagnum tann 23. mai skipaði nevndin seg við Ann Hansen sum formanni, Gunnvá Gray, næstform, Katrini Mikkelsen, skrivara, Anni Andreassen, kassameistara og Anju Joensen sum nevndarlimi. Tiltakslimir eru Joan Knudsen og Randi Kúrberg.
Fráfarandi formaðurin fíltist eitt sindur á, at so lítið initiativ er at hóma frá gomlum íðkarum, - serliga teimum, ið hava myndað kappingarfimleik felagsins eitt langt áramál, tí nú so nógv verður satsað upp á estetiska fimleikin, samstundis sum almennu liðini skulu røktast, er brúk fyri øllum góðum kreftum. Annars vóru leiðarar og íðkarar róstir fyri jaliga hugburðin, ið má sigast vera heilt ótrúligur, tá hugsað verður um skammiligu umstøðurnar. Serliga amboðsfimleikurin hetta farna kappingarárið hevur ikki havt tað gott, - men arbeitt verður við at plástra sárið.










