Nýggj nevnd í foreldrafelagnum

Foreldrafelagið, felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn, hevði aðalfund í mai mánaða í ár. Fýra nýggj fólk vórðu vald í nevnd, meðan ein frá gomlu nevndini varð afturvaldur. Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis: Sámal T.F. Johansen, formaður, Inna Sigvardsen, næstforkvinna, Høgni í Stórustovu, kassameistari, Guðrið Ellefsen, skrivari og Rigmor Dam, nevndarlimur.

Aðalmálið: fleiri ansingarpláss

Felagið hevur nú virkað í trý ár. Hóast nógv arbeiði hevur verið lagt í at loysa trupulleikanar á ansingarøkinum, eru teir tíverri enn líka stórir ella kanska størri enn áður. Sjálvt um nýggj ansingarpláss eru og verða sett á stovn í Havn er bíðilistin kortini longri nú enn nakrantíð. Tí verður aðalmálið hjá felagnum komandi árið, eins og undanfarnu ár, at fáa økt talið av nýggjum ansingarplássum munandi.


Onnur mál

Nýggja nevndin hevur eisini sett sær onnur mál at røkka. Eitt av hesum málum er at kanna møguleikarnar fyri at Tórshavnar kommuna kann gera fleiri íløgur í barnaansing. Eitt annað er at vísa á tørvin fyri broyting í lógini um barnsburðarfarloyvi, so at tað samsvarar betri við møguleikarnir fyri barnaansing í kommununi. Eitt triðja er at fáa kjak um verandi upptøkutreytir og mannagongdir. Eitt fjórða er at fáa Tórshavnar kommunu at betra um kunningina um pláss og bíðilista á ansingarøkinum.


Hví verða limir í Foreldrafelagnum?

Umleið 470 børn standa á bíðilista til ansingarpláss í Tórshavnar Kommunu. Hetta merkir at tað eru nógv foreldur sum kenna sviðan av manglandi plássi. Limatalið hjá felagnum er eisini vaksi støðugt síðani tað varð stovnað. Í dag eru uml. 100 limir, men hetta talið eigur at verða nógv hægri. Vit heita tí á fólk um at gerast limir. Limagjaldið er kr. 100,- um árið og kann gjaldast á konto 9181-127127.1 í Føroya Sparikassa.


Limafundur í heyst

Í heyst verður skipað fyri limafundi. Evni á fundinum verður trupulleikanir á ansingarøkinum, við serligum denti á hvat politisku mynduleikanir ætla at gera fyri at loysa hesar. Ætlanin er at bjóða umboð fyri ymisku listanar, sum eru uppstillaðir til komandi býráðsval í Havn, til eitt orðaskifti um hetta evni. Øll eru vælkomin. - Nærri boð um limafundin koma eftir summarfrítiðina., sigur nevndin í tíðindaskrivi.