Nýggj nevnd í Føroyingafelagnum í Århus

Leygardagin 25. februar var aðalfundur í Føroyingafelagnum í Århus. Har varð nýggj nevnd vald, og nevndin hevur nú skipað seg. Formaðurin seinastu tvey árini, Marja Gjógvará, og Bárður Joensen tóku ikki við afturvali. Nýggi formaðurin í Føroyingafelagnum í Århus eitur Gunnar Hansen av Toftum. Hann hevur eitt ár á baki í nevndini og tekur nú við fremstu avbjóðingini í felagnum. Beinur Guðjónsson heldur fram sum næstformaður og Leifur av Trøð Trondesen heldur fram sum kassameistari. Anna Trónd Hansen og Jóngerð Danielsen vórðu á aðalfundinum valdar í nevndina á fyrsta sinni. Anna er skrivari, og Jóngerð tekur við sum PR-limur, ið nýggi formaðurin hevur røkt seinasta árið.
 
Nýggja nevndin sigur seg fegnast um sera jaligu gongdina í felagnum, og tað er vorðið alsamt meira spennandi at vera føroyingur í Århus.