Aðalfundur
Tann 3. apríl hevði Argja Róðrafelag aðalfund. Millum evnini á fundinum var nevndarval, og hetta gjørdi av, at Fróði Ó. Olasen nú er formaður í felagnum. Hans J. Arge er næstformaður, Heidi Joensen er skrivari, Edvard Olsen er kassameistari og Eyðbjørn K. Mouritsen er fimti nevndarlimurin.
Árið í fjør var annars metár á Argjum. Ikki færri enn trý gull og eina bronsu vunnu teir fýra bátarnir hjá felagnum í FM-kappingini, og hetta hava tey á Argjum ongantíð roynd fyrr. Og sum bonus varð felagið eisini kosið ársins róðrarfelag á gallaveitsluni, eins og lesarar hjá Dimmalætting útnevndu felagið at hava framt ársins ítróttarbragd.
Sagt verður annars, at bátarnir hjá felagnum nú eru mannaðir, og at felagið í fer at taka lut við fimm bátsmanningum. Súlan er leigað til felagið, og hon fer at hava eina gentumanning. Harumframt verða so Blikur við tveimum manningum, Lómur og Argjabáturin við í FM-kappingini.










