Nýggj nøvn á Toftum

Landskappingin og flestu av føroysku feløgunum eru farin í summarfrí

Á Toftum, har B68 í løtuni stríðist fyri lívinum í Formuladeildini, verður tó arbeitt av øllum alvi at fyrireika liðið til uppgávurnar, sum standa fyri framman.

Mánadagin fara toftamenn undir venjingarnar aftur, og tað verður við nýggjum nøvnum í leikarahópinum. Felagið kunngjørdið í farnu viku, at danin Brian Andresen skal spæla við B68 i seinnu kappingarhálvu. Seinni í vikuni fer felagið at kunnagera fleiri nøvn, skrivar heimasíðan hjá toftamonnum.

B68 liggur í løtuni undir niðurflytingarstrikuni í Formuladeildini – nummar níggju.