Higartil hava nøkur bygd øki verið víst við myndum við størri upploysn enn aðrastaðni. Nú verða fleiri økir á Kortalinum at síggja við størri upploysn
Tað var í mai 2009, at tað eydnaðist at avmynda alt landið við flogmyndum, sum blivu tiknar í seks km hædd.
Úr hesum myndunum hevur Umhvørvisstovan gjørt myndakort (ortofoto) við eini upploysn, sum er 40 cm/pixel. Hesi myndakort hava verið at síggja á Kortalinum seinastu tvey árini.
Umframt myndir í seks km hædd, vóru eisini myndir tiknar í tveir km hædd av býum og bygdum. Úr hesum myndum ger Umhvørvisstovan myndakort við eini upploysn, sum er 14 cm/pixel. Á myndini omanfyri, sum vísir Smyril á Krambatanga, sæst munurin millum myndir tiknar í 6 km og 2 km hædd.