Tað er John Arne Nilsestuen, sum letur upp matstovuna. Hann hevur starvast sum kokkur í 25 ár, og tey seinastu árini hevur hann starvast á Rio Bravo í Havn. Tá nú høvið beyðst, tók hann tað stóra stigið, sum tað er at fara undir at reka eina matstovu. John Arne býr í Søldarfirði.
Ætlanin er at hava kafeteria frá 11-16 og matstovu við á la carte, har tú kanst velja millum alt hugsandi, so sum forrættir, kjøtrættir, fisk o. a. Tú hevur høvi at velja millum einar 20 rættir.
Opið verður mánadag til hósdag frá klokkan 11-33 og fríggjadag, leygardag og sunnudag frá 11-23.