Nýggj manning í Fólksins rødd

Sjálvt um Kringvarp Føroya ikki hevði ætlað at hildið fram við sendirøðini Fólkasins rødd, koma kortini fýra ella møguliga fimm sendingar aftrat nú. Tað kemur av, at løgtingsval stendur fyri stavn.

Tann fyrsta sendingin verður í annaðkvøld og verður send beint eftir Dag og Viku.

Tey verða aftur fimm fólk hesa ferð, og øll eru ikki líka kend.

Lutatkararnir verða Gunnar Justinussen, vinnulívsmaður í Havn, Súsanna Olsen, lærari á Føroya Læraraskúla, Milja Hanusardóttir, næmingur á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, Sakaris Zachariassen, útróðrarmaður, ættaður úr Streymnesi og býr á Sandi og so Fríðhild Winther úr Skopun. Hon plagar at undirhalda.

Tey fimm fólkini fara at skifta orð um valið, hvussu hevur vignast síðan seinasta val, og hvat tey annars meina um politikk.

- Vit eru nokkso spent, hvussu fer at rigga. Tríggjar sendingar kemur fyri valið og ein aftaná. Um tað gongur heilt væl, gera vit kanska eina fimtu sending, sigur Barbara Samuelsen, leiðari á programmdeildii í Kringvarpi Føroya.