Føroyingar fáa í næstum enn ein útbúgvingarmøguleika í Føroyum, tá Fróðskaparsetur Føroya fer at bjóða út útbúgving í listaligum arbeiði. Tað er Fróðskaparsetrið, ið á heimasíðu síni, skrivar um nýggju útbúgvingina.
Upplýst verður, at útbúgvingin verður skipað sum ein tvey ára diplomútbúgving og at fyrstu studentarnir verða tiknir upp komandi ár. Útbúgvingin er skipað soleiðis, at hon er helvt um helvt ástøðilig og verklig.
Upptøka til útbúgvingina er annaðhvørt ár og skulu umsøkjarar hava miðnámsprógv og skulu gjøgnum eina upptøkuroynd. Ætlanin er at hava fleiri leiðir innan útbúgvingina, men er tað at byrja við avmarkað til tvær leiðir, ritlist og tónleikur. Upplýst verður, at lærarar verða føroyskir granskarar, útlendskir gestalærarar og føroysk og útlendsk listafólk.
Stig er tikið til útbúgvingina, tí mett verður, at tað er ein stórur tørvur fyri eini slíkari útbúgving her á landi.
- Stórur vøkstur er á listaliga økinum í Føroyum, og nógv evnarík, ung fólk fara uttanlands at nema sær útbúgving í listaligum arbeiði. Eitt tilboð í Føroyum fer helst at fáa góða undirtøku. Fjøltáttað virksemi er á tónleikaøkinum, og fleiri gávaðir ungir tónleikarar eru, sum sakna eitt útbúgvingartilboð. Ritlist fer at hava áhuga hjá mongum høvundaspírum og tekstsnillingum, sum higartil hava leitað sær á danska Forfatterskolen ella aðrastaðni og einki føroyskt útbúgvingartilboð hava havt. Væntandi fer ein slík útbúgving eisini at gagna skapandi vinnunum. Sum part av útbúgvingini skulu studentarnir taka skeið í, hvussu teir kunnu seta í verk og reka egið listaligt virksemi, skrivar Fróðskaparsetrið.
Ein fyrireikingarbólkur á Fróðskaparsetrinum hevur arbeitt við hugsjónarliga grundarlagnum undir útbúgvingini í eina tíð. Mentamálaráðið góðkendi útbúgvingina í 2016. Samskiparar hava verið Sunleif Rasmussen, komponistur og lærari á Námsvísindadeildini, og Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini.