Nýggj leiðsla í P/f Atlantic Seafarm

Partafelagið Atlantic Seafarm, ið rekur sjógvalibrúk í Suðuroy, hevur fingið nýggja leiðslu, sum arbeiðir við at umskipa virksemið og útvega fyritøkuni nýggjan kapital

Á eykaaðalfundi í P/F Atlantic Seafarm fríggjadagin 13. juni 2003 er avgerð tikin um at fremja broytingar í leiðsluni hjá fyritøkuni.
Christian Andreasen og Kári Nielsen eru nýggir nevndarlimir. Heri Hjelm heldur fram sum nevndarlimur, meðan Gudmun Strømsnes og Amy Bech eru farin úr nevndini. Amy Bech var nevndarformaður. Nýggja nevndin er ein fyribilsnevnd, og hon hevur skipað seg við Christiani Andreasen sum formanni.
Stjórin hjá P/F Atlantic Seafarm, Heri Hjelm, er farin frá. Kortini ynskir hann framvegis at vera partur av fyritøkuni, og tí er hann framhaldandi við í nevndini. Sum fyribilsstjóri er settur Páll Leo úr Vági.
P/F Hovsá og P/F Suðurlaks eru knýtt at virkseminum hjá P/F Atlantic Seafarm. Nevndin í P/F Hovsá er farin frá og er nú mannað við somu fólkum sum nevndin í P/F Atlantic Seafarm. Í P/F Suðurlaks, har slaktið fer fram, eru øll starvsfólk søgd upp til 1. juli. Arbeitt verður í løtuni við at fá gongd aftur á sláturvirksemið í Vági. Væntandi fer virksemið í gongd aftur á virkinum um mánaðarskifti juni/juli.
Prísgongdin á marknaðinum hevur saman við ILA-sjúkuni elvt til kreppu í føroysku alivinnuni sum heild, og tað hevur eisini sett sítt merki á virksemið hjá P/F Atlantic Seafarm, ið rekur sjógvalibrúk í Suðuroy. Stór tap eru staðfest, og eginpeingurin er burtur.
Henda støða er høvuðsorsøkin til, at broytingar nú eru gjørdar í P/F Atlantic Seafarm.
Høvuðsuppgávan hjá nýggju leiðsluni er at endurskipa virksemið og royna at útvega fyritøkuni nýggjan kapital til tess, at virksemið skal halda fram.
Nýggja nevndin er farin til verka, og starvsfólkini hjá P/F Atlantic Seafarm, P/F Hovsá og P/F Suðurlaks eru kunnað um støðuna og broytingarnar í fyritøkuni.
Tíðindaskrivið er undirskrivað av Christian Andreasen, nevndarformaður, P/F Atlantic Seafarm og P/F Hovsá