Ingunn Danielsen, sum hevur málað í umleið hálvt annað ár, letur leygardagin upp framsýning í Østrøm í Havn.
Framsýningina nevnir hon Heilakyknur.
Ingunn Danielsen erhugtikin av, hvat rørir seg í heilunum hjá okkum menniskjum, bæði tá tað snýr seg um kenslur, hugflog, tankar og orð. Tað eru
nøkur av hesum hugtøkum, sum hon roynir at festa á lørift.
Litirnir verða blandaðir úr litunum magenta, bláum og gulum, og hon nýtir eisini svart og hvítt. Henni dámar ómetaliga væl at flagsa við penslinum.
Framsýningin varar í tvær vikur.