Nýggj lánsbrøv fyri 1,1 milliard

Mánadagin verður tann nýggja lánsbrævarøðin hjá Landsstýrinum listað á Nasdaq OMX Iceland og á Nasdaq OMX Copenhagen. Lánsbrøvini vórðu seld í Føroyum og uttanlands.

Lánsupphæddin er 1,123 milliard krónur. Hesin peningurin verður brúktur til fleiri endamál:

At fíggja part av hallinum í ár sum er 140 mió krónur; til at endurfíggja afturgjalding av brævaláni 11. juni 2012, og avdrátt av øðrum láni sama dag – íalt 930 mió krónur.

Í fjórða lagi skal sølan endurfíggja afturkeyp av lánsbrøvum fyri 53 mió krónur. Í sambandi við at lánsbrøv verða afturkeypt, verður brævalánið sum gongur til 10. juni 2018 minkað samsvarandi.

Lánið er eitt trý-ára standandi lán við fastari rentu, sum fellir til gjaldingar 11. juni 2015. Lántøkan er fyrireikað av Landsbanka Føroya og Nordea Bank. Sølustøð í Føroyum hava verið Bank Nordik og Eik Banki.

Sambært Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni gekk sølan sera væl.