Nýggj læknahøli í Havn

Í fleiri ár hava ætlanir verið frammi um at bøta um hølisviðurskiftini hjá kommunulæknunum í Havn, og hóskvøldið samtykti býráðið at játta 4,6 mió. kr. til bygging av nýggjum viðtaluhølum í Gundadali. Ætlanin er, at pláss skal verða fyri tveimum læknum í hølunum, harav annar skal vera nýggi læknin, ið settur verður fyrsta dagin. Men lagt er eisini upp til, at pláss kann verða fyri trimum læknum.

Rigmor Dam


Við í kostnaðinum á 4,6 mió. er ikki roknað grundstykkið, tí hetta eigur kommunan frammanundan. Eiheldur er íroknað útgerð og innbúgv til viðtaluhølini, og fer hetta helst at hækka kostnaðin við uml. 1 mió. krónum.

Fleiri býráðslimir fýltust at kostnaðinum, tí tey hildu hann vera ov høgan. Jan Christiansen segði seg undrast á, at íløgur hjá tí almenna altíð skulu vera so dýrar. Hetta vóru Lisbeth L. Petersen, Heðin Mortensen, Katrin Dahl og Ingi Mohr samd við honum í.

Málið varð einmælt samtykt.