Nýggj lóg um marknaðarføring neyðug

    

Høgni Hoydal
????????????

ABC-samgongan sigur seg vilja gera eina nýggja lóg um marknaðarføring og brúkaravernd. Tað er eitt tað frægasta í samgonguskjalinum, og hetta fara vit í Tjóðveldisflokkinum at halda samgonguni fastari uppá.
Tó vóna vit, at samgonguflokkarnir sjálvir vilja taka spurningin upp um politiska marknaðarføring og vilja ganga undir krøv um reiðiliga marknaðarføring til komandi val.
Tað er keðiligt at fáa rætt í teimum ávaringum, sum vit royndu at seta fram í valstríðnum. Vit gjørdu vart við, at marknaðarføringin hjá Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, var skeiv vørulýsing.
Gott hevði verið hjá veljaranum at fingið greið boð frá flokkunum sjálvum undan valinum um, at ein atkvøða fyri javnaðarflokkinum var ein atkvøða fyri asosialum skattapolitikki og ongari javnstøðu. At Kristian Magnussen rappaði fyri ungdóminum til frama fyri fólkafloks- og sambandspolitikk.
Tað hevði verið gott hjá veljaranum at vita undan valinum, at ein atkvøða fyri Fólkaflokkinum var ikki ein atkvøða fyri radikalum sjálvstýri og føroyskum fullveldi, men ein atkvøða fyri radikalum sambandi og danskari ríkiseind. Heldur ikki var tað ein atkvøða fyri einum frælsum vinnulívi og sjálvberandi búskapi, sum lýsingarnar søgdu, men fyri politiskari stýring og studningsbúskapi.
Men rætt skal vera rætt: Sambandsflokkurin segði greitt undan valinum, at hann fór at geva skattalættar, støðga fullveldinum og at lima okkum inn í danska ríkið. At skattalættin fór at kosta omanfyri 320 milliónir og fór at gagna háinntøkunum, var tó orsøkin til, at sambandið duldi uppskotið sum mansmorð. Tjóðveldisflokkurin segði sannleikan um uppskotið, so hóast alt var veljarin ávaraður.
Men veljarin var ikki ávaraður um, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin seldu eina vøru, sum hóast ymsa innpakking, var reinur sambandspolitikkur.
Kanska hevði tað reiðiligasta til næsta val verið, at hesir tríggir sambandsflokkarnir bara fusioneraðu?