Í Danmark er nýggj lóg komin komin í gildi um burðardygg biobrennievni.
Danska Fólkatingið samtykti tann 29. mai 2009 lógina um burðardygg biobrennievni í bensini og dieselolju, sum hevur við sær eina minking í CO2 útlátinum longu frá 2010
Á heimasíðuni hjá Magn sigur stjórin Hendrik Egholm, at hóast lógin ikki er galdandi fyri Føroyar og Grønland, fylgja teir væl við gongdini á hesum øki. Við viðtøkuni av lógini um burðardygg biobrennievni í bensini og diesel, er eitt stórt fet tikið á leiðini at minka um Co2 útlátið.
Danska lógin, ið áleggur oljufeløgum at tryggja brúkarunum, at minst 5,75% av samlaðu søluni av bensini og diesel, er sokallað burðardygt biobrennievni. Byrjanin til hesa íblanding, síggja vit longu frá fyrru helvt í 2010.
Tað er avgerandi fyri oljuvinnuna, at lógin tryggjar, at biobrennievnini lúka ES-krøvini um burðardygga framleiðslu. Biobrennievnini skulu framleiðast undir slíkum umstøðum, ið ikki hava óhepnar fylgir fyri veðurlag, umhvørvi og matvøruprísir.
Danska oljuvinnan hevur givið teirra sjónarmið til kennar við t.d. at siga at lógin er týðningarmikil og eitt skilagott íkast í strembanini eftir at minka um Co2 útlátið, at tað er av avgerðandi týðningi, at lógin tryggjar, at framleiðslan av biobrennievninum lýkur galdandi ES-krøv um burðardygga framleiðslu.
Hendrik Egholm, stjóri á Magn, sigur at tey á Magn fylgja væl við gongdini á hesum øki. Vit samskifta nærum dagliga við altjóða oljufeløg og áhugabólkar innan orkuheimin, soleiðis at vit kunnu bjóða føroyingum besta orkutilboðið - eisini í framtíðini. Meira á www.magn.fo