Nýggj lóg fer at koyra nógvar yvirmenn í land

Yvirmenninir í danska handilsflotanum kenna seg alt annað enn tryggar, nú politikararnir eru á veg við einari nýggjari lóg, sum kann kosta nógvum teirra arbeiðið. Lógin fer at bera í sær, at tað verður ikki longur eitt krav, at hvørt skip skal hava í minsta lagi ein skipara, sum er annaðhvørt danskur ríkisborgari ella ES-borgari.

Tað skrivar Berlingske Tidende í dag. Blaðið skrivar eisini, at tað bøtir ikki um hýrin á brúnni, at fleiri av teimum størstu donsku reiðaríunum longu eru farin at gera sær dælt av einum holi í verandi lóg, sum ger tað møguligt hjá teimum at søkja um undantaksloyvi frá kravinum um at hava minst ein danskan ella ES-skipara.

Forstjórin í A.P. Møller - Mærsk, Nils Smedegaard Andersen, sigur við Berlingske Tidende, at teir donsku yvirmenninir eru dýrari enn sjómenn úr londum í Asia. Hann sigur, at hansara reiðarí ætlar sær at varðveita teir royndu donsku skipararnar, men at tað er ikki vist, at teir donsku fáa fyrimun, tá nýggir skulu setast.

Í fakfelagnum Dansk Metal eru tey í øðini um ta komandi lógarbroytingina, sum sambært felagnum fer at kosta umleið 6.000 donsk arbeiðspláss.

-Uppskotið er skaðiligt og fer heilt vist at hava við sær, at bílig arbeiðsmegi úr Asia verður brúkt til tey donsku arbeiðsplássini, skrivar felagið í sínum hoyringarsvari til uppskotið.