?Gagnligt lív? er nýggj skaldsøga eftir William Smith Krimiskaldsøgan ?Gagnligt lív? verður framløgd í Miðlahúsinum í næstu viku
Mikudagin 2. desember kl. 16 verður nýggja skaldsøgan Gagnligt lív eftir William Smith alment løgd fram í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
William er føddur í Vági í 1945, og starvast sum smittuverjufrøðingur á Landssjúkrahúsinum. Høvndurin hevur 40 ára starvsroyndir í sjúkrahúsverkinum, meginpartin av tíðini í Danmark, men eisini í Miðeystri og í Føroyum.
Í skaldsøguni letur høvundurin privatsjúkrahúsið Vita Hospital, ið er umbygda hvalastøðin við Áir, vera savningardepil fyri eirindarleysum og kyniskum handli við lívgøgnum frá rændum børnum. Høvuðsevni í bókini er ránnýtsla av lívgøgnum, ið fer fram kring stóran part av heiminum. Men spurningurin um transplantatión av lívgøgnum, sum etiskt-moralskt fyribrigdi, gongur sum reyður tráður ígjøgnum skaldsøguna.
Hendingarnar í ?Gagnligt lív? fara fram í Føroyum, Danmark, Sri Lanka og í India.
Á framløgudegnum verður brot lisið upp úr søguni, tónleikur verður framførdur og eitthvørt verður at leska seg við.
Skaldsøgan Gagnligt lív verður útgivin bæði á føroyskum og donskum, og nevnist á donskum Organiseret liv. Forlagið í Støplum gevur bøkurnar út.