Ferð
Sunnudagin gjørdi løgreglan ferðmátingar á bygdum øki í Kollafirði.
Sum skilst, "skarst" ikki so væl hendan dagin og fáir bilar koyrdu nógv skjótari, enn loyvt er.
Og tó.
Ein bilførari traðkaði heldur nógv á pedalin og koyrdi í "skeivu" løtuni meira enn áttati kilometrar um tíman, tá ið lazer-strálirnar hjá løgregluni raktu bilin.
Hesin bilførarin noyðist upp til nýggja koyriroynd, áðrenn hann kann stinga koyrikortið trygt í mappuna aftur.