Nýggj koyrilíkindi umvegis sms

Tænasta: Landsverk fer nú at bjóða eina nýggja tænastu, har fólk fáa møguleika at fáa tey nýggjastu koyrilíkindini umvegis sms-skipanina.
Hesin nýggi upplýsingarmiðilin fer í fyrstu syftu at veita teimum koyrandi fimm ymiskar tænastur.

Hesar fimm tænasturnar umfata koyrilíkindi, kunngerðir og ávaringar. Møguleiki er eisini at fáa nærri upplýsingar um veðurmátingar og aldumátingar.
Serliga fyri tey koyrandi er her talan um eina henta tænastu. Hon er víðkað soleiðis, at tann koyrandi nú kann spyrja um koyrilíkindir fyri ávísar vegateinar, ávís økir ella rutur í landinum.
Á henda hátt fáa hesi enn neyvari og meira viðkomandi upplýsingar um koyrilíkindini beinleiðis inn í fartelefonina ella við at spyrja á heimasíðuni.
 Óhugsandi er ikki, at stovnurin fer at koma við fleiri tænastum seinni, verður sagt.



V