Hoyvík: Nýggja fríkirkjan Oasan slapp veruliga at standa sína roynd, nú hon varð vígd um vikuskiftið.
Fríggjakvøldið varð skipað fyri gospelkonsert, har ein fullsett høll lurtaði eftir trimum bólkum, sum bóru fram sangir sínar.
Seinnapartin leygardagin var so sjálv vígslan á skránni, har høllin enn einaferð var fullsett av fólki, sum ynsktu at vera við hesa løtuna, nú nýggja kirkjan skuldi takast í nýtslu.
Og henda kirkjan skal verða brúkt, og er longu nógv í brúki. Nærum hvønn einasta dag er okkurt andaligt tiltak á skránni í og út frá samkomuni.
Til sjálva vígsluna hevði samkoman boðið bæði býráðs- og landspolitikkarum. Við til vígsluna varð eisini boðin landsstýrismanninum í mentamálum, Jógvan á Lakjuni at halda talu.
Umframt hesar persónar vóru í hópatali av fólkum samankomin. Tey, ið ikki høvdu møguleika at vera á staðnum, kundu kortini fáa alt við umvegis útvarpsrásina Lindina, sum sendi beinleiðis frá vígsluni.
Gróðrarblettur
Jógvan á Lakjuni fegnaðist um nýggju kirkjuna og ikki minst navnið Oasan, sum hann helt vera sera væl valt. Hetta orðið er ikki til á føroyskum og heldur ikki finst nøkur oyðimørk her á landi.
- Men orðið sjálvt merkir ein gróðrarblettur í oyðimørkini, og tað er ein vøkur lýsing av tí virkseminum, sum tit standa í. Higar kunnu nevniliga koma fólk sum eru móð, troytt og tyst. Og her kunnu tey eisini fáa sløkt tann andaliga tostan.
- Her finst tað livandi vatnið, og hvør tann sum drekkur av hesum livandi vatninum skal ikki tysta aftur. Nú fáa tit so, í hesum nýggja og stásiliga bygninginum, loyvi til at peika á høvuðskelduna Jesus sum heimsins frelsara, segði hann.
Visjón og eitt mál
Eftir at virksemið byrjaði í húsinum í juni mánaði, var løtan nú komin, har hesin stásiligi bygningurin skuldi vígast.
Frammanundan var gjørt eitt stórt arbeiðið við at fáa alt til vega í húsinum. Og tá fólk komu í stóra møtisalin henda leygardagin, var alt klárt til ta hátíðarligu løtuna, sum ein slík vígsla altíð er.
Eini 500 fólk vórðu hesa løtuna vitni til, at ein lutvíst fáment samkoma hevur fingið sær so góðar karmar til virksemið sítt, og sum nógv kanska bara droyma um.
Hetta kundi fyristøðumaðurin, Jóni Johannesen eisini fegnast um í talu síni. Hann greiddi í stuttum frá, tá hesi møtini byrjaðu í 1981 og fram til dagin í dag, nú tey kundu taka sín egna kirkjubygning í nýtslu.
- Tað vóru tíðir, tá vónin um at fáa eitt slíkt hús ikki júst var tann størsta. Men tá vit so fingu sett visjónirnar og málini fyri eina slíka kirkju, tá byrjaðu ting at henda.
- Og nú hava vit so umsiðir fingið ein stásiligan bygning, beint við fótin av størstu útstykkingini á Føroya landi. Okkara vón er tí, at vit kunnu gera eitt andaligt arbeiði millum fólkið her á staðnum, men eisini út um alt landið og út um landoddarnar, segði Jóni Johannesen m.a. í talu síni.
Offurvilji og samstarv
Jógvan á Lakjuni vísti eisini sína stóru virðing fyri tí verki, sum henda samkoman longu hevur lagt fyri dagin, og sum fer at sermerkja arbeiðið í framtíðini.
- Henda fríkirkjan kostar millum 8 og 9 mió. kr., og uttan offurvilja, visjónir og gott samstarv, var ein ongatíð komin á mál við byggingini.
- Endamálið við arbeiðinum er at náa menniskju við gleðiboðskapinum. Og ynskið er tí eisini, at gera hetta til eitt andaligt heim, - eitt heim har bæði børn, ung og vaksin kunnu koma saman og kenna tað sum sítt egna, segði Jógvan á Lakjuni, sum sjálvur er vaksin upp í eini fríkirkju í Fuglafirði.
Hann legði dent á, at í øllum samkomum eisini eini slíkari sum Oasuni - finnast einstaklingar sum gera eitt stórt og trúfast andaligt arbeiði. Tey gera ikki so nógv um seg, men vit hava øll nógv at takka teimum fyri.
- Nú ræður um hjá tykkum at halda dampinum uppi. Tað er so skjótt at ein kann falla í fátt.
- Men við tykkara visjón og við at vera ein oasa - ein gróðrarblettur - kunnu tit vera tað staðið, har fólk kann fáa sín andaliga tosta sløktan og síðani vaksa bæði andaliga og sálarliga, segði Jógvan á Lakjuni í talu síni.
Hetta hendir í Oasuni
Nærum hvønn dag í vikuni er okkurt á skránni í og út frá Oasuni í Hoyvík:
Sunnudag: Gudstænasta kl. 11 ella evangeliskt møti kl. 18, og sunnudagsskúli kl. 14
Mánadag: Barnakór kl. 17:15 og bønarmøti kl. 20
Týsdag: Sellubólkar kl. 20
Mikudag: Bønarmøti kl. 7, dansibólkurin Saltið kl. 18 og sellubólkar kl. 20
Hósdag: Ungdómsbólkurin kl. 20
Fríggjadag: After Eight kl. 20










