Nýggj kirkja skal byggjast á Glyvrum

Kirkjuráðið tosaði fyrst um at útbyggja verandi kirkju. Men niðurstøðan varð kortini ein onnur: Vit mugu byggja eina nýggja kirkju. Og í løtuni verða fyrireikingar gjørdar til hetta.

Glyvrar: Um nøkur ár fer kirkjufólkið á Glyvrum at kunna fara í eina spildurnýggja kirkju.
Kirkjuráðið hevur nevniliga tikið avgerð um, at byggjast skal onnur kirkja á øðrum staði í bygdini.
Tann verandi kirkjan varð vígd í mai mánaði í 1927, men varð útbygd nakað í 1981. Síðani tá er virksemið í kirkjuni økt munandi, soleiðis at tørvurin á størri hølum er øktur samsvarandi.
Spurningurin var frammi, um ein skuldi fara undir enn eina útbygging. Men seinni varð henda ætlanin kortini slept, og tí verða nú fyrireikingar gjørdar til bygging av eini nýggjari kirkju.
Av tí at so stutt er fráliðið í fyrireikingum, er einki áramál sett á og heldur eingin kostnaður.

Kostnaðarmikil loysn
Henda ætlanin við teirri nýggju kirkjuni er kortini ikki av nýggjari dato.
Í longri tíð hava skiftandi kirkjuráð á Glyvrum arbeitt við eini ætlan um at byggja uppí og umbyggja verandi kirkju.
Í hesum sambandi varð heitt á tríggjar arkitektar um koma við sínum hugskotum um, hvussu hetta kundi verða gjørt.
Men eftir at kirkjuráðið hevur arbeitt hesi uppskotini ígjøgnum, saman við sakkønum fólki, var niðurstøðan rættiliga greið: Hetta fór at gerast ein rættiliga kostnaðarmikil loysn.
- Og eitt aftrat: Henda kostnaðarmikla loysnin fór heldur ikki at geva eitt nøktandi úrslit, sigur kirkjuráðið.
Eitt samt kirkjuráð valdi tí ístaðin eina aðra loysn, og fór undir at kanna møguleikarnar fyri bygging av nýggjari kirkju á Glyvrum.
Henda umsóknin varð send til teir kirkjuligu myndugleikarnar, dómpróstaráðið, stiftsstjórnina og til landsstýrismannin í mentamálum. Allir hesir myndugleikar hava verið á staðnum, og er semja teirra millum um, at rættast er at byggja eina nýggja kirkju.

Hóskandi stað
Fyrireikingarnar til hesa stóru ætlanina eru tískil longu farnar í gongd av álvara.
Í februar mánaði í ár fekk kirkjuráðið í høvuðsheitum loyvi at byggja hesa nýggju kirkjuna. Samstundis varð loyvi givið til at útvega sær tekningar og annars at gera tær neyðugu fyrireikingarnar.
Í løtuni verður arbeitt við at fyrireika eina arkitekta-kapping, eins og ein arbeiðsbólkur er settur at útvega pening fyri at framskunda arbeiðið.
Samstundis við alt hetta, verður leitað eftir einum góðum og hóskandi staði at seta kirkjuna á. Sum er stendur kirkjan nærum krógvað niðanfyri vegin, men óhugsandi er ikki at tann nýggja kirkjan kemur at standa á einum meiri sjónligum staði.
Men sum skilst, eru prestur, kirkjuráðið og kirkjufólkið sera spent uppá hesa verkætlanina, sum tey vóna gerst veruleiki um ikki alt ov mong ár.