Nýggj kinesisk matstova í Havn

Mikudagin letur enn ein matstova upp í Havnini.
Tað er ein eitt so forkunnugt sum ein kinesiskt matstova, sum letur upp í húsinum Yviri við Strond 21, har Yndi Fitness og Josies Juicebar áður hava hildið til.
Sambært Portalinum í gjár skuldi matstovan lata upp í dag, men stovnararnir siga í morgun, at tað eydnaðist ikki at fáa hølið klárt til í dag.
Tískil verður tað mikudagin, at tey lata upp.
Matstovan eitur Seven og tað verður Xiaomei Cai, sum stendur fyri matgerðini.
Á matarskránni fer hon at hava mat, sum er semerktur fyri tann partin í Kina, haðani hon er ættað.

Hon hevur kokkast rættiliga nógv á matstovum í Kina, tí nógv í hennara familju hava matstovur og har hevur hon arbeitt.
- Eg haldi, at nógvir føroyingar eta nakað ósunnan mat og kinesiskur matur er avgjørt eitt sunnari alternativ til nógv av tí, sum annars fæst til keyps, sigur hon.
Hon leggur afturat, at hon fer at leggja dent á at gera allan matin frá grundini og tað kann vera tórført at fáa fatur á røttu rávørunum í Føroyum.
Tí hevur hon fingið samband við leverandør í Danmark, sum sendir henni rávørur.
Matstovan hevur opið allan dagin, men hesa fyrstu vikuna verður opið á døgverðamáli, har hon fer at bjóða kinesiska buffet.
- Vit ætla at kann marknaðin at vita, hvat tørvur er á, so laga vit okkum eftir tí, sigur hon.
Á myndini er Xiaomei Cai saman við manninum, Heðini Guttesen, sum verður hjálparmaður á matstovuni.