Í seks dagar royndarkoyrdu tilsamans 85 motorjournalistar frá motorsúkklubløðum í øllum Evropa súkkluna,og fekk hon góð skotsmál sum ein tann kvikasta og best koyrandi sportsúkklan í sínum klassa.
Kawasaki ZX-10R hevur 4 syl. vatnkøldan 998 ccm raðmotor við 188 hk við 12.500 snún/min.
Súkklan hevur 6-gir og eina sera framkomna motorstýring, sum Kawasaki kalla KIMS (Kawasaki Ignition Management System), sum altíð gevur optimala kraft saman við minst møguliga útlátinum.
Kawasaki ZX-10R hevur aluminium chassis, sum er gjørt í samstarvi við professionellar rasarakoyrarar. Hetta er við til at gera súkkluna lætta at umgansast og at koyra.
Súkklan kemur á marknaðin síðst í februar.
Kawasaki ZX-10R kostar kr. 156.845. Tað er MC-Sølan á Norðasta Horni í Havn sum umboðar Kawasaki motorsúkklurnar. Heimasíða: www.mc-solan.fo
mg










