Felagið ?Bornholmstrafikken? hevur gjørt sáttmála um ein nýggjan Alu-katamaran, katamaranurin verður bygdur í Australia og verður millum tíggju teir størstu í heiminum.
Katamaran-ferjan skal hava 4 motorar, longdin verður 113 metrar og ferjan verður liðug í 2011.
Sáttmálaprísurin er 451 milliónir krónir. Sáttmálin er gjørdur eftir at ?Bornholmstrafikken? vann kappingina um at sigla millum Rønne og Ystad, harafturat skulu teir eisini sigla millum Rønne og Køge í tíðarskeiðinum 2011 til 2017.
Sambært Bent Hansen frá ?Bornholmstrafikken? verður nýggja ferjan nógv róligari at sigla við enn núverandi katamaran-ferjan Villum Clausen, skrivar Ingeniøren.