Nýggj karate-lið

Havnar Karate Felag hevur nú í eitt ár havt barnalið, og mánadagin verður høvið hjá fleiri børnum at tekna seg

Karate er helst ikki tann ítróttin, sum fær mestu umtaluna her á okkara leiðum. Nøkur ár eru tó kortini liðin, síðani fólk her á landi, fóru undir at íðka hesa ítrótt.

At byrja við var hetta kanska ikki undir so skipaðum viðurskiftum, men fyri 10 árum síðani varð Havnar Karate Felag sett á stovn.


Mest vaksin at byrja við

Fyrstu árini var tað at kalla bert vaksin fólk, sum høvdu nøguleika at luttaka í hesi venjing, tó at nøkur ungfólk sjálvandi eisini taldust millum luttakararnar.

Ein teirra, sum tá byrjaði venjingina, er Tonny Brimsvík, sum alla tíðina hevur hildið á við ítróttini. Í dag er hann formaður í Havnar Karate Felag, umframt at hann eisini er venjari, og millum íðkarar í Føroyum, man hann helst vera tann, sum er komin longst við ítróttini.

Fyri nøkrum árum síðani búleikaðist Tonny í Danmark, og tá eydnaðist tað honum at fáa eitt fimta pláss í kappingini um danska meistaraheitið.


Fáa tey ungu við

Tonny hevur fyrr greitt frá, at tað er sera týdningarmikið at fáa børnini við í hesa ítrótt á ungum aldri, soleiðis at tey tíðliga læra, hvat ítróttin hevur at geva teimum.

Tískil varð seinasta ár farið undir at venja barnalið, og hetta hevur víst seg at vera sera væl umtókt millum luttakararnar. Nú hevur fyrsta liðið so vant í eitt ár, og hava øll átta á hesum liði nú fingið orange litta beltið.

Nú er so høvi hjá nýggjum luttakarum at tekna seg. Mánadagin, 13. mars, byrjar nýtt lið, og tá eru øll væl komin at royna seg.

Fyri áhugaðum kann upplýsast, at vant verður tríggjar ferðir um vikuna, og at fyrsti mánaðurin verður roknaður sum royndartíð, og tískil er ókeypis fyri luttakararnar.

Venjingin fer fram í hølunum hjá Argja Róðrafelag.