Nýggj kapping av bakkastokki

Fram til oktober fara fyrstu ábendingarnar at fáast um nýggja víðkaða og longda kappingin fer at bera við sær framburðin, sum tað verður longst eftir, og hvørjir trupulleikar møguliga fara at stinga seg upp

NÝGGJ KAPPING

2. páskadagur er søguliga fótbóltsdagur í Føroyum. Inntil fyri einum 30-35 árum síðani plagdu klaksvíkingar ofta at vitja í Gundadali 2. páskadag. Tá var fyrsti venjingardysturin á skránni,og fótbóltsspælið mundi ofta vera so sum so. Venjingarnar høvdu ikki verið so nógvar.
Nú markerar 2. páskadagur søguliga broyting. 2. páskadag verður fyrsta umfarið í nýggju landskappingini á skránni. Talan er um søguliga hending. Tað er ongantíð áður komið fyri, at umfar í landskappingini hevur verið á skránni so tíðliga á árinum, og tað er ongantíð komið fyri áður, at sjøtul verður settur á landskapping, sum fer at fevna um 27 umfør, og sum ikki verður liðug fyrrenn síðst í oktober.
Tey fimm feløgini, sum í fjør endaðu ovast í landskappingini, skulu spæla 14 ferðir á heimavølli og 13 ferðir á útivølli. Talan er um HB, B36, Skála, KÍ og EB/Streym. Hini feløgini skulu spæla 13 ferðir á heimavølli og 14 ferðir á útivølli. Talan er um NSÍ, GÍ, VB, ÍF og TB.
Málið við víðkaðu og øktu kappingini er at hækka dygdina. Tað verður vónað, at hetta fer at síggjast aftur í avrikunum og úrslitunum í altjóða avbjóðingunum hjá feløgunum og ikki minst í avrikunum og úrslitunum hjá landsliðnum.
Tað fer ikki at bera til í heyst at staðfesta, um málini verða rokkin. Menningin kemur ikki eftir einum degi ella einum ári.
Royndartúrurin
Í feløgunum royna teir at fyrireika seg til nýggju avbjóðingina. Fleiri hava vant síðani eina ferð í heyst, og nú verður tosað og tingast um, hvussu feløgini, venjararnir og spælararnir skulu fyrihalda seg til eitt nú tann veruleikan, at summarsteðgurin so at siga verður burtur.
Talan er um royndarár. At fleiri dystir eru á skránni,og at fótbóltslívið harvið fer at fylla meiri, enn tað higartil hevur gjørt, fer at kennast á fleiri økjum. Eitt nú verður ivaleyst tørvur á fleiri spælarum, enn tað higartil hevur verið brúk fyri. At talan verður um longri kapping og fleiri dystir hevur við sær, at tað verður neyðugt at leggja venjingarnar øðrvísi til rættis, enn tað higartil hevur verið gjørt. Ein av avbjóðingunum hjá venjarunum er at finna fram til, hvussu javnvágin millum harða fysiska venjing, taktiska og tekniska venjing og ikki minst hvíldina skal vera.
Nú fer bólturin á rull, og síðst í oktober fæst at síggja, hvussu tað vignaðist hjá feløgunum, og um talan var um stórvegis broytingar í gongdini í kappingini sammett við onnur ár, tá ið tað hevur verið spælt átjan ferðir.
Feløg, venjarar, spælarar og FSF leggja til rættis og royna at fylgja ætlanunum. Spurningarnir, sum hanga í luftini, og sum tað ikki ber til at svara, eru eitt nú, hvussu tað fer at vera við líkindunum. Vandin fyri kava í apríl og kanska eisini í mai lúrir alla tíðina. Og so er tað verkfalsspuringurin. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum standa á gáttini at fara undir sáttmálasamráðingar. Gongdin í teimum hevur ofta ávirkað fótbóltskappingarnar.
2. páskadag verður sjøtul settur á. Nýggja landskappingin fer av bakkastokki, og Sosialurin ynskir øllum blíðan byr á royndartúrinum.