Nýggj kanning um útreiðslur av krabbameinsviðgerð

Útreiðslur í samband við krabbameinsviðgerð fara at vaksa við næstan 30 prosentum áðrenn 2025, vísir ein nýggj kanning, sum SINTEF Tøkni og Samfelag í Tróndheimi hevur gjørt fyri NCU, t. e. Nordic Cancer Union, felagsskapur fyri tey Norðurlendsku Krabbameinsfeløgini.

Í kanningini, sum ber heitið Útreiðslur av krabbameini í Norðurlondum, vóru útreiðslurnar til heilsurøkt, sum hevði samband við krabbamein, í Norðurlondum í 2007 í alt 3,3 milliardir euro ella 130 euro fyri hvønn íbúgva. Mett útreiðsla verður í 2025 umleið 3,9 milliardir euro – ein vøkstur upp á 28 prosent ella 860 milliónir euro samanborið við 2007, um roknað verður við, at viðgerðin fer fram eins og nú við t.d. líka umfatandi viðgerð og sama kostnaði fyri hvørja viðgerð.

Lesið meira á heimasíðuni hjá krabbameinsfelagnum við at trýsta á www.krabbamein.fo/Default.aspx.