Í morgin, 8. mars, letur Kaffistovan á Keiini aftur. So skal bygningurin rívast niður og nðyggjur byggjast í staðin. Latð verður upp aftur 14. spríl - Umstøðurnar eru ikki longur nøktandi, og vit mugu fylgja við tíðini.
Tað sigur Jóna Egholm Jacobsen, sum saman við maninum Petur Egholm eigur og rekur Kaffistovuna á Keiini.
Ætlaninvar, at bygningurin skuldi takast varðisliga niður og flytast til Kaldbaks og setast upp aftur har, men eftir at viðkomandi hevði verið og hugt at bygninginum varð hendan ætlanin slept, tí hølini vórðu mett ov stór til Kaldbak.
Jóna Egholm Jacobsen sigur, at nýggi bygningurin fer at gera umstøðurnar munandi betri hóast hølini ikki verða størri.
- Umstøðurnar í køkinum verða nógv betri, og eisini toilettviðurskiftini og goymsluumstøðurnar verða betraðar. Í heila tikið verður talan um munandi betri umstøður, sigur Jóna Egholm Jacobsen.
Men hon leggur samstundis dent á, at talan verður ikki um nakra broyting í aðrar mátar.
- Tað fer framvegis at verða ein kaffistova við kanda úboðnum. Men við tað, at umstøðurnar í køkinum verða betri, fara vit ætlandi at víðka um útboðið, kanska við døgurða og øðrum, sigur Jóna Egholm Jacobsen.
Bygningurin verður smíðaður í einari høll og verður settur upp sum elementir. Tí ber til at seta bygningin upp eftir bara góðum mánaði. Tað eru Heini Egholm og Klæmint Matrass, sum standa fyri byggingini.










