Nýggj jólafløga við Jóannes Símunarson Hansen er komin á marknaðin.
"Jól við Løkin" er onnur fløgan í instrumental-røðini "Við Løkin", har Jóannes S. Hansen umvegis ljóðføri síni skapir tað eyðkenda huglagið, hann gjøgnum nógv ár hevur havt, sum eitt av sínum fremstu áhuga- og hjartamálum.
Á fløguni eru 20 klaver-løg, meginparturin av teimum eru úr kenda og siðbundna jóla-sálmaskatti okkara.
Fløgan er upptikin í Fríðriks-kirkjuni á Toftum, og verður givin út av plátufelagnum Rock Pipit Records.
Fríggjakvøldið 16. novembur klokkan 21:00 verður útgávukonsert og sang-tiltak í Løkshøll í Runavík. Tað verður ókeypis atgongd til hetta sangtiltakið.