Nýggj innkrevjingarskipan

Strandferðslan fer í næstum at skifta gomlu Buscom-ferðaseðlaskipanina út við nýggja digitala ferðaseðlaskipan.

Gamla innkrevjingarskipanin er frá 1988, og hóast hon hevur tænt endamálinum væl, er tíðin farin frá henni. Veiting av soft- og hardware til gomlu skipanina fellur burtur, og orsakað av hesum verður skipanin óvirkin um eina tíð. Tískil er neyðugt við nýggjari ferðaseðlaskipan.

Í nýggju skipanini fer Strandferðslan framhaldandi at nýta kontantavgreiðslu við ferðaseðlum og kortavgreiðslu.

Kortini kunnu verða persónlig, sum tey eru í dag, eitt sum mánaðarkort ella skúlakort. Tað persónliga kortið kann keypast á Farstøðini og á høvuðsskrivstovuni hjá Strandferðsluni, umframt bíleggjast á heimasíðuni www.ssl.fo.

Strandferðslan hevur í dag 10-túrakort, sum eru avmarkaði til eina ávísa leið. 10-túrakortini verða í nýggju skipanini skift út við eitt virðisprodukt, ið verður fylt á ferðakortið. Brúkarin kann sostatt fylla til dømis 500 krónur á eitt kort og fáa ein avsláttur hvørja ferð, ferðast verður. Hetta virðisproduktið er ikki persónligt, og tað merkir, at eitt nú ein familja kann ferðast við sama korti. Harafturat ber til at ferðast á øllum leiðum við kortinum . Nakað, sum fer at gera ferðingina høgligari fyri brúkararnar.

Leiðirnar verða óbroyttar, og prísirnir fara at liggja á sama støði sum verandi prísir. Tó verður bygnaðurin broyttur soleiðis, at nýggja skipanin er bygd upp sum ein zonuskipan, meðan gamla skipanin tekur støði í kilometurlongdini á teimum ymsu teinunum. Hetta merkir, at tað framyvir verður ferðast í zonum og ímillum zonur.

Talan verður í fyrstu atløgu um at seta skipanina í verk fyri Bygdaleiðir. Fyrst sum eina royndarætlan í Suðuroy, men sum frálíður um alt landið. Tá skipanin hevur verið roynd í eina tíð, er ætlanin eisini at seta hana í verk fyri allar Oyggjaleiðir umborð á ferjunum.

Leiðslan á Strandferðsluni ivast ikki í, at nýggja skipanin verður eitt stórt og jaligt framstig fyri brúkararnar og fer harvið at skapa størri nøgdsemi, eins og digitala skipanin verður lættari hjá starvsfólkunum og stovninum at umsita.

Til nýggja skipanin er fult innkoyrd og virkar eftir ætlan, verður gamla skipanin til at taka og framvegis fyri ein part virkin.