Føroysk matframleiðsla- og mentan skal mennast og stimbrast, og teinurin millum framleiðara og keypara skal styttast. Tað er endamálið við nýggja portalinum Matkovin.fo, har til ber hjá øllum at leita sær kunning um føroyska matframleiðaran og nærvøruna.
Tað er Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, ið eigur og rekur Matkovan. Sunniva er fólkalívsfrøðingur og hevur seinastu árini luttikið í ymiskum verkætlanum um føroyskan mat, eitt nú saman við Útoyggjafelagnum, Slow Food og øðrum lokalum aktørum.
Hon hevur saknað ein portal, sum miðsavnar kunning um føroyskar matframleiðarar og tær nærvørur, ið verða seldar kring landið, og tí hevur hon tikið stig til at menna Matkovan.
Á forsíðuni finnir tú leitilin, ið hjálpir tær at finna føroysku nærvørurnar. Leitilin vísir hvør selur vøruna, og hvar framleiðarin er staddur. Um tú skrivar egg, sært tú allar framleiðararnar, ið selja egg. Talan er um eina kortlegging av framleiðsluni og -søluni kring landið.
Bæði fulltíðar- og ítrivsframleiðarir eru á heimasíðuni, og teir hava hvør sín vanga. Á vanganum kanst tú lesa um søguna og virksemi hjá framleiðaranum, og tú fært telefonnummar og teldupostbúðstað, so at tú lættliga kanst seta teg í samband við framleiðaran.
##med2##
Endamálið við heimasíðuni er eisini at menna eina meira burðardygga og ábyrgdarfulla føroyska matmentan, -framleiðslu og -vinnu. Harumframt er ætlanin, at Matkovin gerst ein portalur, ið kunnar um evni og viðurskifti, ið eru vikomandi fyri framleiðaran.
– Tað hevur stóran týdning, at keyparin skilur støðuna og korini hjá framleiðaranum. Tí fer Matkovin eisini at kunna um evni og viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri framleiðaran, til dømis góðkenningar, prísáseting, vistfrøði, vørumenning og árstíðirnar, stendur skrivað á heimasíðuni hjá Matkovanum.
Tú kanst vitja heimasíðuna Matkovin.fo her.