Síðani FK fekk nýggj høli í Fuglafirði, hava ymisk uppskot verið frammi, hvat gali bygningurin, skuldi nýtast til. Bygningurin hevur nú verið brúktur til barnaskúla, meðan skúlaútbyggingin er í gongd. Eftir ætlan verður nýggi skúlin tikin í nýtslu eftir summarfrítíðina komandi ár, men gamli FK bygningurin verður ikki tómur, tí ætlanin er, at nýggj heilsumiðstøð skal vera í bygninginum.
Sosiala nevnd hevur viðgjørt málið, og á býráðsfundi hóskvøldið vórðu hesi valdi í arbeiðsbólk at arbeiða víðari við ætlanini:
Árant Berjastein, formaður í sosialu nevndini, Sonna á Horni, borgarstjóri, Edva Jacobsen, býráðslimur, Ann Fuglø, byggifrøðingur, Irena Olsen, sosialdeildarleiðari, og Krista Jørmundsson, kommunulækni.