Í samband við dystin ímillum HB og ÍF í morgin, gevur U12 dreingjaliðið hjá HB eina fløgu út, við trimum spildurnýggjum HB sangum.
Umframt tittullagið Gev mær H, sum U12 dreingirnir sjálvir syngja, eru tað sangurin Gundadalur, ið Eyð Berghamar Jacobsen og Bjarki Hansen syngja og sangurin Okkara HB, ið Feðgar spæla og syngja.
Tað er Ingi Rasmussen, ið eigur orð og lag til Gev mær H og Gundadalur, ímeðan Petur Mohr Reinert eigur orð og lag til Okkara HB.
Fløgan verður at fáa í kioskini á HB-húsinum í samband við dystin móti í ÍF.
Í sendingini "3. Hálvleikur" á Rás2, sum byrjar klokkan 17 verða tveir sangir at hoyra. Tað verður umleið klokkan 17.45.