Hendan hugtakandi søgan verður lýst í nýggju framsýningini, sum hevur heiti Upphav Føroya. Her verður greitt frá, hvussu Føroyar vóru bygdar upp av eldgosum fyri 60 milliónum árum síðan, fyri síðan komandi nógvu milliónir árini at broytast fullkomiliga aftur. Søgan fevnir so vítt sum frá eldgosum á meginlandi til ístíð í fjarskotnum oyggjum.
Hetta er tann størsta framsýningin, sum seinnu árini hevur verið gjørd um Føroya jarðfrøði. Steinar, grót og stórar myndir eru við til at lýsa samansettu søguna um, hvussu Føroyar vóru til, og lív kemur í søguna við ljóðum frá brakandi grótbræðingum og skorðdýrum í frumskógini.
Nýggja framsýningin hjá Jarðfrøðisavninum Upphav Føroya er í hølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð. Í framsýningarhølunum annars eru framsýningar um føroysk steinsløg, hvalir, fiskar, fuglar og blómur.
Framsýningarnar eru opnar hvønn dag fram til miðjan september.