Framsýningin er síðsta framsýningin í Listaglugganum í ár, og tað verður møguligt at síggja framsýningina fram til hálvan januar 2010.
Á framsýningini eru verk eftir Ingálvi av Reyni, S. J. Mikines, Hans Hansen, Waagstein, Kruse, Kampmann, Eyðun av Reyni, Z. Heinesen, Torbjørn Olsen, Kára Svensson, Olivur viðNeyst, Astrid Luihn, Frits Johannesen, Rannvá Mortensen, Øssur Mohr, Bárður Jákupsson o.fl. Sostatt er framsýningin umboðandi stóran part av okkara best umtøktu listafólk – livandi sum deyð.
Millum málningarnar eru fimm málningar hjá I av Reyni, umboðani tíðarskeiðini í sekstiárunum, sjeyti árununum og áttati árunum, tvs. málningar sum eru abstaraktir og meira naturalistiskir. Millum verkini eru eisini góð verk eftir m.a Mikines, H. Hansen og Kampmann.
Yvirhøvur er framsýningin væl umboðandi flestu av okkara bestu listafólkum og hevur ein stóran ymiskleika, samstundis sum hon er fjøltáttað. Í stuttum kann sigast, at nógv sera góð verk eru við á framsýningini, sum á sín hátt er eitt væla brot úr føroyskari myndlist. Framsýningin er opin vanligar týsdag til fríggjadag kl. 15.00 – 17.30 og leygardag kl. 11.00 – 14.00.