Harley-Davidson frumsýndu ein nýggja motorsúkklu á framsýningini “Intermot Motorcycle Show” í Köln í Týsklandi.
Talan er um Harley Davidson XR 1200™ Prototype. Súkklan varð sýnd fram sum ein prototypa á størstu motorsúkkluframsýningini í Evropa fyri at fáa reaktión frá so nógvum fólki sum møguligt. Hon varð eisini sýnd fram fyri tíðindafólki.
XR 1200™ Prototype er um ein framkomin og sera sportlig súkkla, sum serliga er ætlað at tekkjast evropeisku kundunum. Hon hevur luftkøldan 1200 cc “V-Twin” motor við millum 85 og 90 hk. Dekkstøddin verður: 120/70ZR18 (framman) og 180/55ZR17 (aftan) Nýggjastu og mest framkomnu Nissin® bremsuskipanina.
XR 1200 Prototype sigst vera tann besta súkklan Harley-Davidson nakrantíð hava gjørt.
XR 1200 Prototype skal eisini venda sær til nýggjar kundar, eins og
XR 1200 Prototype er gjørd við Harley-Davidson XR 750 sum kom á marknaðin í 1970 sum fyrimynd. Hendan súkklan hevur verið ein “succes” hjá HD og hevur vunnið nógvar kappkoyringar.
Eftir ætlan skal framleiðslan av XR 1200 byrja í ár.










