Nýggj frímerkjarøð

Mikudagin, 16. september gav Posta út nýggj frímerki, ið mynda ávikavist Leynar, dúgvur og altartalvur.

Frímerkið við Leynum er partur av einum samstarvi millum smá postverk í Evropa - nevnt SEPAC. Ólavur Frederiksen hevur tikið myndina av kavaklædda landslagnum við Leynar og er virðið á frímerkinum 10 kr.


Bládúgvurnar hevur Astrid Andreasen teknað og eru hesar av tí føroyska stovninum, sum er ein tann reinasti bládúgvustovnur í heiminum. Virðini á frímerkjunum eru 14 og 36 kr.


Jólafrímerkini í ár avmynda altartalvurnar í ávikavist Vestmanna og Hattarvíkar kirkju. Per á Hædd hevur tikið myndirnar. Báðar altartalvurnar eru gjørdar í hesari øldini av føroyskum listafólki.

Altartalvuna í Vestmanna kirkju hevur Astrid Andreasen myndað, meðan Katrin Andreasen hevur tilevnað hana. Oggi Lamhauge hevur málað altartalvuna í Hattarvíkar kirkju.

Virðini á frímerkjunum eru 6 og 10 kr. Harumframt koma fýra nýggj postgjaldsmerki eisini út. Fyrstu postgjaldmerkini