FO-ráðið er sjálvsognarstovnurin, sum hevur ábyrgdina av umsiting og nýtslu av teimum navnaøkjum, sum enda við .fo á alnetinum.
Nýggj nevnd varð vald fyri stuttum, og í hesi sita nú: Ísak N. Jacobsen, formaður, Ranvá Sólheim, næstformaður, Ingunn Eiriksdóttir og Óli Simonsen.
Tað er Vinnumálaráðið, sum eftir tilmæli frá KT-felagnum, ið setir nevndina.