Í dag kemur nýggja fløgan hjá Stanley Samyelsen, ?Alle Hjertets Sange? út. Hann hevur síðani 1970 verið búsitandi í Danmark, har hann hevur spælt tónleik, yrkt og smíða løg til yrkingar hjá fleiri føroyskum yrkjarum. Stanley hevur frammanundan útgivið tríggjar fløgur á egnum hondum, og hevur verið
við á fleiri øðrum útgávum.
Á fløguni framførir Stanley saman við Astrid Samuelsen og Doriakvartettuni 13 løg
til føroyskar yrkingar, sum Gunnar Hoydal hevur týtt til danskt.
Hósdagin 12.mai spælir Stanley á Hvonn í samband við útgávuna.
Hesum boðar Tutl frá í dag.