Ian Onghamar hevur útgivið nýggja fløgu við dansitónleiki, ið eftir einum av løgunum hevur fingið heiti, Dansa við mær.
Á fløguni eru 10 løg øll við føroyskum teksti. Felags fyri tekstirnar er, at teir eru nýskrivaðir við nýggjum løgum ella umsettum kendum løgum, sum ikki hava verið útgivin áður, (undantikið tey bæði løgini.: Eg skuldi verið Cowboy og.: Tað er leygarkvøld). Tekstirnir eru skrivaðir við einum líttlum skálki, so teir ikki verða ov tungir, ballaðir inn í rútmur sum eru ætlaðar til dansigólvið, eisini hjá teimun tilkomnu, tó við nútímans ljóði. Her kundi verið tikið fram, at ein annar útiseti Hans Jacob K. Mouritsen ið annars er púra ókendur innan tónleik, hevur gjørt bæði orð og løg til tveir sangir.: Dansa við mær og Bygdafrell.
Hví kemur hendan fløgan nú?
Síðani Ian fyrstu ferð, fyri eini 25 árum siðan (síðst í 1976 ella í byrjani av 77 ), fór at spæla til dans, í einum brúdleypið norðuri á Eiði, saman við Thormanni Kruse, og fyrst í 80?unum, saman við øðrum stovnaði bólkin DRIV, er ein stórur partur av fríðtíðini farin við at spæla til dans og veitslur, og altíð við stórari gleði.
Aftan á hesi mongu árini at hava spælt við í ymsum samansetingum av tónleikabólkum, bæði í Føroyum og millum útisetar í Danmark, til veitslur, almennan dans og serspælingar sum t.d. Dansifrøði, har mest hevur verið spælt eitt bland av: Evergreens, poppi, country, spælimannstónleiki, eitt sindur av heimagjørdum og tað, hann hevur fingið frá øðrum.
Eftir hesar spælingar hevur hann mangan fingið spurningin frá fólki um, hví hann ikki útgav eitt sindur av hesum heimagjørda "syngi-við-dansitónleiki" fyri tey tilkomnu, ið fyri tað nógva er við teksti og lýsingum um gerandisdagin og dansilívið í Føroyum hjá teimum, sum eru úr hansara egnu tíð. Tankin um eina innspæling hevur leingi ligið og lúrt, men er ikki blivin til nakað fyrr enn nú, ið kønir menn á økinum hava sagt honum, at nú er tíðin búgvin.
Tónleikurin kann kallast lættari dansitónleikur, sum altíð hevur verið væl umtóktur í Føroyum. Hóast hetta eru tað sera fáar útgávur tey seinastu mongu árini við tílíkum føroyskum tilfari. So henda útgáva vónandi gerst eitt gott ískoyti til breiddina í føroyskum tónleiki.
Tónleikarnir á fløguni eru m.a.
Kim Hansen, Flygil
Jóhannus á Rógvu Joensen, Bass, Kassaguitar, Keyboard og forritan.
Ólavur Øster, El og Kassaguitar
Jóanis Erik Køtlum, (Fyrrv. Sjúkrahússtjóri) Harmonika
Mortan Zachariassen, Saxofon