Fløgan kann sigast at vera eitt yvirlit yvir tónleikalívið í Føroyum innan "folk/ethnic" nú vit eru á markinum til ta nýggja ártúsund.
Á fløguni eru 16 upptøkur frá 1975 til 2000. Allar hesar upptøkurnar eru at finna á øðrum útgávum hjá Plátufelagnum Tutl, og eru tí eisini millum tær nú yvir 150 útgávurnar í Tutl kataloginum fyri 2001, sum verður liðugt um nýggjársleitið.
Útgávunan inniheldur: Skjaldur, Enekk, Kári p, Annika Hoydal, Spælimenninir, Haldurs café, Ívar Bærentsen, Safir, Sula, Jógvan Andrias, Hanus G. Johansen, Rebekka & Spælimenninir, Sjómansrímur, Kingosangur og Kvæði.
Fløgan er komin í fløgubúðirnar og kostar Kr. 159,-